Tann 6. januar 2021 fóru Trump-viðhaldsfólk inn í kongressina og royndu at skerja góðkenningina av valsigrinum hjá Joe Biden. (Arkivmynd). - Mynd: Olivier Douliery/Ritzau Scanpix

Løgreglumenn royna at steðga umstríddum Trump-grunni

Tveir amerikanskir løgreglumenn hava stevnt stjórnini hjá Donald Trump í royndini at steðga einum umstríddum grunni

Tann 6. januar 2021 fóru Trump-viðhaldsfólk inn í kongressina og royndu at skerja góðkenningina av valsigrinum hjá Joe Biden. (Arkivmynd). - Mynd: Olivier Douliery/Ritzau Scanpix

Tað gera teir, at tí at grunnurin sambært miðlum kann brúkast til at lata pengar til Trump-viðhaldsfólk, ið tóku lut í álopinum á Kongressina í 2021.

 

Tað skriva AFP og Associated Press.

 

Málið varð latið inn fyri ein samveldisdómstól í Washington D.C. tveir dagar eftir, at amerikanska løgmálaráðið kunngjørdi, at grunnurin skuldi stovnast.

 

Grunnurin er upp á 1,776 milliardir dollarar – svarandi til umleið 11,4 milliardir krónur. Talið sipar til árið 1776, tá USA fekk sítt fullveldi.

 

Sambært løgmálaráðnum skal grunnurin veita endurgjald til fólk, sum halda seg hava verið órættvíst viðfarin av rættarskipanini undir fyrrverandi forsetanum Joe Biden.

 

Men fleiri amerikanskir miðlar hava skrivað, at pengarnir eisini kunnu enda hjá teimum umleið 1.600 Trump-viðhaldsfólkunum, sum vórðu ákærd eftir álopið á Kongressina 6. januar í 2021.

 

Tveir løgreglumenn, sum sjálvir vardu Kongressina undir álopinum, standa aftan fyri stevningina. Teir siga, at hóast Trump-stjórnin hevur verið loyndarfull um endamálið við grunninum, benda miðlafrásagnir á, at pengarnir skulu nýtast til fólk, sum tóku lut í álopinum.

 

Meira enn 100 løgreglumenn vórðu særdir undir hendingini, og fimm fólk doyðu sama dag ella stutt eftir. Donald Trump hevur síðani hann tók við sum forseti aftur í januar benáða fleiri av teimum dømdu í málinum.

 

Tann 6. januar 2021 fóru Trump-viðhaldsfólk inn í kongressina og royndu at skerja góðkenningina av valsigrinum hjá Joe Biden. (Arkivmynd). - Mynd: Olivier Douliery/Ritzau Scanpix