Sambært bretska verjumálaráðnum komu tvey russisk stríðsflogfør ógvuliga nær einum bretskum eftirlitsflogfari yvir Svartahavinum í apríl.
Hetta veit BBC at siga.
- Eitt russiskt Su-35 stríðsflogfar kom so nær bretska Rivet Joint-flogfarinum, at neyðskipanin fór í gongd, og sjálvstýrarin sló frá.
Seks ferðir noyddist bretska eftirlitsflogfarið at broyta kós av Su-27 flogfarinum.
BBC veit frá bretska verjumálaráðnum at siga, at tá russiska stríðsfogfarið var nærmast bretska eftirlitsflogfarinum, vóru bert seks metrar millum flogførini.
- Hendingin er enn eitt dømi um, hvussu russiskir fogskiparar uppføra seg móti einum óvápnaðum eftirlitsflogfari í altjóða loftrúmi.
Tað sigur bretski verjumálaráðharrin, John Healey.
Hann sigur, at slík atferð skapar ein álvarsligan vanda fyri vanlukkum og herðing av viðurskiftunum landanna millum.
John Healey sigur, at hetta er álvarsligasta hending millum londini síðan 2022, tá eitt russiskt stríðsflogfar royndi at skjóta eitt bretskt flogfar niður.
- Men, hendingin í apríl fer ikki at halda Bretlandi aftur í at røkja skyldurnar, sum eru at verja Nato, okkara sameindu og okkara áhugamál móti russiskar aggressión, sigur verjumálaráðharrin.











