Nú er nóg mikið - vit nærkast 2 milliardum krónur í landskassahalli við einari skilaleysari politiskari loysingarverkætlan. Tíðin er komin, at Føroya fólk fáa á borðið eina fullveldisfíggjarlóg at fyrihalda seg til, soleiðis at tey fáa innlit í, hvørjar búskaparligir og samfelagsligir avleiðingarnar verða av ætlaðu loysingini, sum er proklamerað. Føroya fólk skal atkvøða um loysing og taka avgerð um ja ella nei á einum upplýstum grundarlag - loysingin skal ikki lumpast og lirkast gjøgnum bakdyrnar, tað skal ikki eydnast tykkum
Veruleikafjar politisk verkætlan um loysing
Loysingarflokkarnir í Føroyum eru enn einaferð farnir undir eina politiska loysingarverkætlan, eina herferð at loysa Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum - Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn, Miðflokkurin og Fólkaflokkurin. Líka sum seinast, at farið varð undir slíka politiska verkætlan við endan av 1990´unum, so verður fjalt og ignorerað, hvørjar ógvusligar búskaparligar avleiðingar tað fær fyri føroyingar og Føroyar - og ongar loysnir um, hvussu vit so skulu klára okkum búskaparliga eftir loysingin er framd.
Tey vilja skjóta fyrst og spyrja aftaná!
Allar umfatandi verkætlanir um grundleggjandi broytingar hava við sær nakrar búskaparligar og fíggjarliga avleiðingar. Hvørjar verða meirútreiðslurnar, minni inntøkurnar, fíggjarstøðan og ávirkanin á vælferðarsamfelagið, tá ein loysingarverkætlan er sett í verk ella í rakstur. Hvør verður ávirkanin á vanligu húsarhaldini og vinnuna.
Tá talan er um sonevndu tjóðarsemjuna um at loysa Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum, so verða búskaparligu avleiðingarnar ikki tiknar upp á tunguna, men ignoreraðar - druknað í kensluligum og veruleikafjarum møsni og tjóðarskaparligum undirlutakenslum frá loysingarfólkunum. Annars verður vanliga sagt, at eitt tað ringasta at taka avgerðir útfrá, eru kenslur - og ikki at brúka vit og skil.
Føroyar eru eitt tað besta og tryggasta land at liva í í heiminum, men út frá retorikkinum frá loysingarfólkunum ljóðar tað sum um, at føroyingar hava tað veruliga ringt í hesum landinum, vegna samstarvið í Ríkisfelagsskapinum. Eg eri vísir í, at teir allar flestu føroyingar ikki hava tað trupult í dagligdegnum vegna Ríkisfelagsskapin - tvørturímóti. Hetta vísa eisini veljarakanningar, at føroyingar hava tað gott sum heild við Ríkisfelagsskapin.
Risa stórt hall við loysing - landskassin á heysin
Taka vit útgangsstøðið í búskapinum hjá landskassanum í løtuni, rakstur og íløgur, so vísir úrslitið eitt bygnaðarligt hall upp á umleið 300 mió. kr. árliga - talan er um eina meira permanenta ójavnvág. Henda gongdin hjá landskassanum við stórum halli í bestu tíðum fer at standa við og versna.
Búskaparligu avleiðingarnar frá einari loysing úr Rìkisfelagsskapinum eru ræðandi. Um Føroyar loysa frá Danmark merkir hetta eitt minka livistøðið, tí í høvuðsheitum merkir tað bæði lægri inntøkur og meirútreiðslur, árliga - her fyri at nevna nøkur dømi:
- Ríkisveitingin fellur burtur, ein missur av tryggari inntøku uppá 541,8 mió. kr.
- Pensjónir goldnar av danska statinum, meirútreiðslur 80 mió. kr.
- Yvirtøka av politi, rættarskipan og kriminalforsorg, meirútreiðslur umleið 160 mió.kr.
- Verja, meirútreiðslur umleið 193 mió.kr.
- Landslæknin, meirútreiðslur 2,8 mió. kr.
- Sjófartsstýrið, meirútreiðslur 2,5 mió. kr.
- Meirútreiðslur til útbúgvingar í Danmark, har føroysk lesandi fáa framíhjárætt til kollegiir og SU, umleið 120 mió. kr.
Annað
- Hækkandi útreiðslur til heilsu- og almannaverk vegna fleiri eldri, umleið 100 mió. kr. árliga í vøkstri
- Aðrar nýggjar útreiðslur til verju, altjóða limaskapir o.a., einar 400 mió. kr. árliga
Keldur: Fíggjarlógin 2026, Rìkisumboðið 2024 og egnar metingar
Tilsamans umleið 1,6 milliard kr.
Ein loysing hevur við sær, at landskassin, alt annað líka, fær eitt hall uppá einar 2 mia. kr. árliga - minkandi inntøkur og meirútreiðslur. Hetta sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til og ongir lánsveitarar fara at fíggja ein slíkan undirskotsraktur og svart hol í jørðina.
So er spurningurin, hvat kann gerast fyri at skapa javnvág og kompensera fyri mistum inntøkum og meirútreiðslum - møguleikarnir eru fleiri:
- Hækka lønarskattin við 20%
- Hækka MVG við 25%
- Ognarskattur á fastogn, sum hevur verið eitt no go inntil nú.
- Sparingar í rakstri og íløgum - merkir færri og verri vælferðartænastur
- Skapa meira framleiðslu - nýggj arbeiðspláss, hægri útflutningur, lønarskattur, pf-skattur, ringvirkningar o.a.
Um so er, at hesi átøk skulu fylla í aftur undirskotið við einari loysing, so vil tað knúsa búskapin og skapa eina massafráflyting av okkara fólki. Nøkur átøk virka antin ikki ella fara at virka um 10-15-20 ár.
Tað er líkamikið um útrokningarnar merka t.d. +/- 10-15% frávik - niðurstøðan er og verður tann sama, nevnliga ein katastrofa fyri føroyska búskapin og vælferðarsamfelagið.
Nú skal ein fullveldisfíggjarlóg á borðið
Tíðin er nú komin, at Føroya fólk hava krav upp á eina fullveldisfíggjarlóg at leggja alment fram, soleiðis at tey eisini fáa innlit í, hvørjar avleiðingarnar verða av einari loysing, t.e. búskaparliga og samfelagsliga.
Gangi út frá, at Føroya fólk skal atkvøða um loysing og tí skulu taka avgerð um ja ella nei á einum upplýstum grundarlag - hetta er eitt minstakrav.
Við verandi útgangsstøði í búskapinum og avleiðingunum av einari loysing, so vil ein loysing sorla búskapin og elva til eina massafráflyting av føroyingum.
Hetta tit loysingarflokkar takast við er at endavenda øllum samfelagnum og gambla við vælferðini hjá føroyingum. Við hesum ætla tit at bróta niður tað, sum við stríð og strev er bygt upp síðan annan verðaldarbardaga ella seinastu 80 árini - drúgt at byggja upp, men sera skjótt at bróta niður.
Stórir trupulleikar og avbjóðingar krevja altíð stórar og serligar loysnir, men higartil leggja tit loysingarflokkar bara upp til trupulleikar og skapa kaos og ótta, men ongar loysnir, sum skulu koma í staðin fyri verandi ríkisrættarligu skipan.
Tølini tala fyri seg og vísa, hvussu fullkomuliga ófyrireikað loysingarsamgongan og Føroyar eru til at taka eina loysing - óseriøst politisk arbeiði uttan substans.
Hesin arbeiðsháttur við vantandi opinleika fer altíð at skapa mótstøðu og vantandi aksept tá til stykkis kemur. Men eg skilji tykkum væl, tit hava veruliga nakað at fjala fyri Føroya fólki!
Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin











