Flytur úr HB og til grannarnar

Leivur Fossdal Guttesen hevur skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at hann í 2026 og 2027 verður B36 spælari

Leivur F. Guttesen verður tvey tey næstu árini B36 spælari.

 

Árstalsfelagið skrivar soleiðis í dag:

 

Framrættaði spælarin fekk sína fótbóltsuppaling í HB, og sum ungdómsspælari var hann á øllum ungdómslandsliðunum. Hann royndi seg eitt tíðarskeið sum akademispælari í danska Sønderjyske, og eitt skifti var hann eisini á Argjum. Á sumri í fjør flutti hann inn á Toftir at spæla, og nú leggur Leivur leiðina aftur til Havnar. Hesaferð í B36-húsið.

 

- B36 er eitt stórt felag við ríkari søgu og stórum ætlanum. Hópurin, venjaratoymið og allar umstøður rundan um B36 eru á sera høgum støði, og eg var ongantíð í iva, tá eg fekk møguleikan at vera partur av B36, sigur hann.

 

Leivur er júst vorðin 24 ár. Seinastu vikuna hevur hann royndarvant í B36, og hann hevur funnið seg væl til rættis. Leivur hevur eisini verið við í venjingardystunum ímóti Skála og EB/Streymi.

 

- Eg haldi, at tað hevur eydnast B36 at sett saman ein sterkan og spennandi hóp við góðari javnvág millum royndar og ungar spælarar. Eg rokni við, at vit vera eitt kappingarført lið, sum fer at kappast har, sum tað er stuttligt at vera. Eg droymi í øllum førum stórt um kappingarárið 2026, sigur Leivur Fossdal Guttesen, sum fer at spæla við nummar 30 á rygginum í B36.