Ein dystur er seinnapartin leiktur í SMS-deildini.
Í Hoyvíkshøllini eydnaðist tað H71 at vinna seg upp á fremsta plássið í deildini við einum 32-26 sigri á VB. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 15-13.
Við 10 málum var Rakul Christiansen toppskjútti hjá H71. Við níggju málum var Carmen Luiza Silva toppskjútti hjá VB.
Í morgin klokkan 13 vera tveir dystir leiktir. Teir eru StÍF-Kyndil og Neistin-VÍF. Klokkan 14 byrjar dysturin í KÍ-høllini millum Stjørnuna og EB.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystunum millum H71 og VB, umframt støðuna í deildini:
##med2##
##med3##













