Nýggja gøtan eitur »Ovarihjalli«

Gøtan har nýggju vinnustykkini við Havnarvegin eitur nú »Ovarihjalli«

Tað avgerðina tók Tórshavnar býráð á býráðsfundinum hósdagin.

Talan er um vegin, sum gongur frá rundkoyringini á Havnarvegnum beint oman fyri Sandvíkarhjalla og inn á Ovara Hjalla, um er staðarnavnið har.

Tað er gøtunavnanevndin hjá Tórshavnar Býráð, sum er komin við uppskotinum, sum hon samtykti á fundi 19. november í fjør.

Mentanarnevndin hjá býráðnum samtykti 14. januar at taka undir við tilmælinum og at beina tað fyri býráðið.

Og á fundinum hósdagin varð einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum og harvið varð avgerðin tikin.

Grundgevingin hjá Gøtunavnanevndini var, at stutt og greitt, at vegurin gongur eftir Ovarahjalla.

##med2##

##med3##

##med4##