Føroyar møta Bosnia Hersogovina ella Kosovo í tveimum HM Play Off dystum

Dystirnir vera spældir millum 13. og 17. mai. Samlaði vinnarin vinnur seg til HM-endaspælið

Føroyska manslandsliðið í hondbólti fekk eitt gott lutakast til HM Play Off dystirnar, ið vera spældir millum 13. og 17. mai.

 

Okkara skulu spæla móti vinnaranum av uppgerðini millum Bosnia Hersogovina og Kosovo. Tó skal ikki gloymast, at útidysturin verður í einum Balkan-landi, og tað er altíð torført. Heima við Tjarnir fara okkara tó at hava eina greiða favorittstøðu.

 

Føroyar leggja fyri á útivølli í Bosnia Hersogovina ella Kosovo, og spæla seinna dystin við Tjarnir, ið alt annað líka er ein avgjørdur fyrimunur. 

 

Útidysturin verður spældur 13. ella 14. mai, og heimadysturin verður spældur 16. ella 17. mai. T.v.s heimadysturin verður leiktur ein leygardag ella ein sunnudag. Og sum vanligt verður helst útselt fimm minuttir aftaná sølan byrjar. 

 

Samlaði vinnarin av teimum báðum dystunum vinnur seg til HM-endaspælið, ið verður leikt í Týsklandi, dagarnar 13. til 31. januar í 2027. 

 

Vertsbýir eru Köln, München, Kiel, Hannover, Magdeburg og Stuttgart. Í Kiel og Hannover er talan um heimavallirnar hjá liðunum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Vilhelmi Poulsen, THW Kiel og Hannover-Burgdorf. 

 

Bosnia Hersogovina og Kosovo spæla sínar innanhýsis dystir 18. og 21. mars. 

 

Hallur Danielsen frá HSF segði í Kringvarpinum fyrr í dag, at tað var týdningarmikið hjá Føroyum at sleppa undan Serbia, Kekkia og Rumenia. Og tað eydnaðist lukkutíð.