David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town eru ósigraðir í sjey teimum seinastu dystunum í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two.
Í dag var Grimsby í ringum skørum í heimadystinum á Blundell Park. Útiliðið, MK Dons var á odda 2-0 longu eftir 28 minuttirs spæl. Við tveimum Jaze Kabia skoraði í seinna hálvleiki megnaði Grimsby tó at javna til 2-2, ið gjørdist úrslitið av dystinum.
Geza kom ikki á vøllin fyrrenn 87 minuttir vóru leiktir. Tó legði dómarin 10 minuttir aftrat, so tað bleiv talan um eitt lítið korter á vøllinum í dag.
Geza hevur annars fingið nógva spælitíð í trimum teimum undanfarnu dystunum.
Grimsby er nú nummar átta í deildini við 44 stigum. Teir eru bert tvey stig frá sjeynda plássinum, ið gevur teimum rættin at spæla um uppflyting.
Komandi leygardag klokkan 15 spælir Grimsby dyst á útivølli móti botnliðnum, Newport.











