Margreta drotning innløgd við hjartatilburði

Margretha drotning verður innløgd um vikuskiftið. Hon er troytt men við gott mót, upplýsir kongshúsið.

Margretha drotning varð seinnapartin innløgd á Rigshospitalet vegna hjartakrampa, og hon verður um vikuskiftið innløgd til eygleiðing og víðari kanningar.

Tað skrivar kongshúsið í tíðindaskrivi.

86 ára gamla drotningin er troytt men við gott mót sigur kongshúsið, sum fer at boða frá, tá meira er at frætta.

 

/Ritzau/

 

 

Margreta drotning. Mynd:Ida Guldbæk Arentsen Ritzau Scanpix