Amerikanski forsetin, Donald Trump, vitjar í hesum døgum kinesiska starvsfelagan, Xi Jinping. - Mynd: Maxim Shemetov

Xi Jinping: Taiwan týdningarmesta málið millum USA og Kina .

Undir einum fundi við Trump segði Xi Jinping, sambært kinesiskum almennum miðlum, at Taiwan skal handfarast á rættan hátt.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vitjar í hesum døgum kinesiska starvsfelagan, Xi Jinping. - Mynd: Maxim Shemetov

Um Taiwan-málið ikki verður handfarið á rættan hátt, kunnu Kina og USA enda í stríði.

 

Tað segði kinesiski forsetin, Xi Jinping, við amerikanska starvsbróðurin, Donald Trump, á einum toppfundi millum teir báðar.

 

Tað upplýsir almenna kringvarpið CCTV sambært tíðindastovuni AFP.

 

Trump vitjar Xi í dag og í morgin. Hetta er fyrstu ferð síðani 2017, tá Trump var á vitjan í sínum fyrsta valskeiði.

 

– Taiwan-málið er týdningarmesta málið í sambandinum millum Kina og USA, segði Xi.

 

– Verður tað handfarið skeivt, kunnu tjóðirnar báðar bresta saman ella enntá enda í stríði, sum fer at seta alt sambandið millum Kina og USA í eina ógvuliga hættisliga støðu, sambært CCTV.

 

Eftir fráboðanina hjá Xi segði Michelle Lee, talskvinna fyri taiwansku stjórnina, at Taiwan er takksamt fyri amerikanska stuðulin.

 

– Amerikanska síðan hevur fleiri ferðir endurstaðfest sín greiða og fasta stuðul til Taiwan, sigur hon sambært AFP.

 

Taivan er ein oyggj, sum liggur umleið 180 kilometrar í ein útsynning úr Kina. Tað metir seg vera sjálvstøðugt ríki. Oyggin hevur egið gjaldoyra og sína egnu politisku og rættarskipan.

 

Kina metir fólkaræðisliga stýrda økið sum sítt øki. Tað vraka Taiwan.

 

USA er høvuðsvápnaveitari og altjóða stuðul hjá Taiwan. Enn førir USA ein sokallaðan ein-Kina-politikk og viðurkennir ikki Taiwan sum sjálvstøðuga tjóð. USA hevur einki formligt diplomatiskt samband við oynna.

 

Danmark fylgir sama politikki.

 

Kina mótmælir amerikanskari vápnasølu til Taiwan.

 

Á fundinum í Beijing fara Xi og Trump væntandi at tosa um kríggið í Miðeystri og ein handilssáttmála, sum londini gjørdu í oktober.

 

Trump og Xi skulu eftir ætlan luttaka í statsveitslu seinni í dag. Í morgin skulu teir drekka te og eta morgunmat saman.

 

 

 

/Ritzau/

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vitjar í hesum døgum kinesiska starvsfelagan, Xi Jinping. - Mynd: Maxim Shemetov