Klokkan er farin av 15, og sambært tímaprognosuni hjá Veðurstovu Føroya verður ikki meira regn av týdningi í Klaksvík restina av degnum.
Tað verður skýggjað, og hitin fer at liggja um 12-13 stig seinnapartin. Út á kvøldið fellur hitin spakuliga niður í um 11 stig.
Nakað av vindi verður tó. Vindurin liggur um 9-10 m/s seinnapartin, men hann minkar so líðandi út á kvøldið. Um klokkan 20 verður hann um 8 m/s, um 7 m/s klokkan 22 og niður í um 5 m/s á midnátt.
Almenna forsøgnin sigur eisini, at tað verður hálvskýggjað og sum frá líður bert okkurt ælið, samstundis sum vindurin minkar.
Tí eru útlitini rættiliga góð hjá teimum, sum skulu á Summarfestival í kvøld: Skýggjað og svalligt, men fyri tað mesta turt – og minni vindur, jú longri út á kvøldið líður.










