Eftir eina sjúkralegu, vita útlendskir miðlar í dag at siga, at Jorge Messi, pápi fótbóltsúrmælingin, Lionel Messi, doyði í gjárkvøldið, 68 ára gamal.
Sambært miðlinum, Marca og Gazzetta Dello Sport, doyði hann á sjúkrahúsi í Rosario í Argentina, eftir at hann í eina tíð hevur havt heilsutrupulleikar.
Í juni upplýsti familjan, at Jorge Messi var í viðgerð við heilivági, men at støðan hjá honum var vorðin betri.
Familjan læt eisini miðlarnar skilja, at tey ynsktu, at virðing varð víst privatlívinum hjá teimum, sum tikið varð til.
Sagt verður um Jorge Messi, at hann hevur havt stóran týdning fyri fantastisku yrkisleiðina hjá soninum og fótbóltsúrmælinginum, Lionel Messi.
Tá Messi sum ungur drongur flutti úr Rosario í Argentina og til Barcelona við dreyminum um eina ríka yrkisleið, var pápin hansara stóri stuðul.
Útlendskir miðlar vita at siga, at Jorge Messi var saman við soninum í Barcelona alla ta fyrstu tíðina.
Hetta var byrjanin til eina yrkisleið, sum gjørdi Lionel Messi til ein av tíðarinnar størstu fótbóltsúrmælingum.
Sum tíðin leið, fekk Jorge Messi ein týdningarmiklan leiklut uttanfyri fótbóltsvøllin, og hann gjørdist í ymiskum viðurskiftum partur av yrkisleiðini hjá soninum.









