Regnið hevði sett sín dám á festivalin, men meðan Rasmus Seebach stóð á pallinum á Vágsbø, var turt.
– Klokken var lidt i fem...
Soleiðis byrjaði Rasmus Seebach konsertina á Vágsbøi, og longu frá fyrstu løtu hevði hann fjøldina við sær.
Regnið hevði argað, men helt sær, meðan danski sangarin stóð á pallinum. Við stórum ljósshowi, væl spælandi tónleikarum og einari fjøld, sum dugdi sangirnar, gjørdist Vágsbøur karmur um eitt stórt danskt poppshow.
Við sær til Føroya hevði Rasmus Seebach tríggjar stórar trailarar við útgerð og 30 fólk.
Hann segði, at hetta var fimtu ferð, hann vitjaði í Føroyum, og at hann kennir seg heima her. Tað merktist eisini á sambandinum við áskoðararnar. Fleiri ferðir steðgaði hann á og tosaði beinleiðis og persónliga við fjøldina.
Konsertin var kortini meira enn bara hitt eftir hitt. Seebach tosaði eisini opið um einsemi, lívið og tey, vit hava mist. Viðhvørt fekk framførslan nærum ein andaligan dám, tá hann tosaði um vónina um, at vit einaferð síggjast aftur.
##med8##
Sangurin til lítlusystrina
Ein serlig løta kom við Under stjernerne på himlen, sum er ein av kendastu sangunum hjá pápanum, Tommy Seebach.
Tommy Seebach gjørdi lagið, og Keld Heick skrivaði tekstin. Sangurin varð upprunaliga gjørdur sum ein vøgguvísa til Marie, dóttur Tommy og lítlusystur Rasmus Seebach. Tommy helt, at synirnir Rasmus og Nicolai longu høvdu fingið sín sang við Krøller eller ej, og nú skuldi Marie eisini hava ein.
Under stjernerne på himlen vann danska Melodi Grand Prix í 1993 og umboðaði Danmark í Eurovision sama ár. Sjálvt um altjóða úrslitið hjá Danmark hetta árið einki var at reypa av, so gjørdist sangurin fólkaogn í Danmark.
Tommy Seebach doyði í 2003, 53 ára gamal. Sangurin varð spældur í jarðarferð hansara, og tá Rasmus Seebach gav sína egnu útgávu út í 2011, fekk hann ein nýggjan leiklut sum bæði minnisvarði um pápan og heilsan til systrina.
Á Vágsbøi setti Rasmus Seebach sangin inn í eina frásøgn um pápa sín og um vónina um einaferð at møta honum aftur hinumegin. Tað gjørdist ein av stillastu og sterkastu løtunum á konsertini.
##med13##
Fjøldin sang við
Á skránni vóru annars fleiri av stóru hittunum, sum hava gjørt Rasmus Seebach til eitt av størstu nøvnunum í donskum popptónleiki. Millum sangirnar vóru Kalder på dig, Tusind farver, Nangijala og Olivia.
Og fjøldin sang við.
Tað var stórt, væl fyriskipað og gjøgnumført. Men samstundis megnaði Rasmus Seebach at gera konsertina persónliga – frá stóru poppløgunum og felagssanginum til stillu orðini um pápan, familjuna, einsemið og lívið.
Eitt stórt show á Vágsbøi frá einum Rasmus Seebach, sum eftir fimm vitjanir segði seg kenna seg heima í Føroyum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##























