NUSCT stendur fyri Network of Universities of Small Countries and Territories, og samstarvið hevur nú havt sín áttanda árliga rektarafund, sum varð hildin 8. mai 2026 á Universitetinum í Montenegro.
Fróðskaparsetrið skrivar, at rektarar og leiðsluumboð frá universitetum kring Europa og aðrastaðni luttóku á fundinum.
Vertur var Universitetið í Montenegro, og rektarar høvdu høvi at umrøða felags avbjóðingar og at seta felags mál fyri víðari menning av NUSCT-samstarvinum.
Fundurin varð settur av Vladimir Božović, professara og rektara á Universitetinum í Montenegro, sum legði dent á týdningin av altjóða akademiskum samstarvi fyri universitet í smáum londum og økjum.
Eisini helt Savo Marković, professari og rektari á Universitetinum “Mediterranean” í Podgorica, eina vælkomurøðu.
Í røðu síni legði Áslaug Ásgeirsdóttir, rektari á Universitetinum í Akureyri, og sum er forseti í NUSCT, dent á tann týdning, sum NUSCT hevur sum álítandi samstarvspallur fyri samskifti og samstarv. Hon vísti á góð úrslit viðvíkjandi flytføri hjá lesandi og starvsfólki, stovnssamstarv og felags átøk, samstundis sum hon legði áherðslu á tørvin at styrkja samstarv um gransking, nýskapan og menning av hægri útbúgvingarpolitikki.
Høvuðsevni og niðurstøður
Á fundinum umrøddu rektararnir fleiri týðandi mál, millum annað:
- leiðslu, sjálvræði og fígging av universitetum í smátjóðum og økjum
- nýhugsan um undirvísing og læring, eitt nú enskmæltar útbúgvingar, talgilt og samansett flytføri, felags talgild skeið og mikroútbúgvingar
- samstarv um gransking og menning av granskingarførleikum, herundir ætlanir um arbeiðsbólkar og felags skipanir fyri granskarar og phd-lesandi
- vitlíki, talgildar skipanir og nettrygd í hægri útbúgving
- samskifti og sjónligheit hjá netverkinum og limastovnunum
Rektararnir staðfestu týdningin av NUSCT sum eitt netverk, ið ger tað møguligt hjá universitetum í smáum londum og økjum at samstarva heldur enn at kappast, styrkja sína altjóða sjónligheit og í felag at loysa bygnaðarligar avbjóðingar.
Á fundinum varð eisini hugt aftur á fyrstu akademisku NUSCT-ráðstevnuna, sum varð hildin í Føroyum, og stórur stuðul varð vístur fyri at halda fram við ráðstevnusamstarvinum.
Samtykt varð at arbeiða víðari við ætlanunum um eina felags NUSCT-ráðstevnu í 2027, sum Universitetið í Andorra og Hægri útbúgvingarstovnurin í Álandi verða vertir fyri.
Somuleiðis varð staðfest, at 9. árligi rektarafundurin hjá NUSCT verður hildin í Álandi í mai 2027.
NUSCT takkar Universitetinum í Montenegro fyri at hava hýst fundinum og fyri arbeiðið at fremja dialog og samstarv millum universitet í smátjóðum og økjum. Fundurin í Podgorica vísti tann virkna leiklutin, sum vertsstovnurin hevur í altjóða akademiskum samstarvi og regionalari menning.
Network of Universities of Small Countries and Territories (NUSCT) er eitt samstarvsnetverk fyri hægri lærustovnar í smáum londum og økjum. Endamálið er at styrkja samstarv um útbúgving, gransking og nýskapan og at fremja akademiskt frælsi, sjálvræði hjá stovnum og burðardyggari menning í smáum hægri útbúgvingarskipanum.










