Tvey nýggj sersambond í ÍSF

Á aðalfundi hjá ÍSF leygardagin vórðu Føroya Styrkisamband og Dartsamband Føroya upptikin sum sersambond. Sostatt eru nú 18 sambond og átta menningarsambond í Føroyum

Tíðindaskriv:

 

Leygardagin 9. mai var føroyskur ítróttur savnaður til aðalfund hjá ÍSF, har Elin Heðinsdóttir Joensen legði fram frágreiðing fyri farna árið og har kunnað annars var um ítróttaliga virksemið.

Hetta farna árið hevur ÍSF havt metnógv virksemi samanborið við játtanina, so forsetin hevði nógv positivt at vísa á – bæði innan Skúlaleikir, Úrval og tiltøk so sum skeið og ráðstevnur.

 

Størsta yvirskriftin frá fundinum er tó helst, at vit nú hava fingið tvey sambond afturat.

 

Føroya Styrkisamband varð stovnað í 2019, og seks feløg eru limir. Dartsamband Føroya varð upprunaliga stovnað í 1992 og síðani endurstovnað í 2014. Har eru níggju feløg limir.

 

Við hesum eru nú 18 sambond í ÍSF.

 

Aðrar broytingar

Eisini greiddi Elin Heðinsdóttir Joensen frá broytingum í Starvsnevndini, har Niclas Joensen loysti Magnus Tausen av, og í Íðkaranevndini, har Edna Maria Debes takkaði fyri seg.

 

Og so fingu umboð fyri sambondini alment høvi at hitta nýggja aðalskrivaran, Maritu Debess Magnussen, sum tók við 1. mai. Elin Heðinsdóttir Joensen bjóðaði henni á fundinum vælkomnari í starvið, samstundis sum hon takkaði Peturi Mittún, sum hevur verið aðalskrivari seinastu sjey árini, fyri stóra arbeiðið.

 

IOC

Av evnum, sum nú standa høgt á raðfestingarlistanum hjá ÍSF, er limaskapurin í IOC.

- Tað er ein stór forðing, at Føroyar ikki hava limaskap í IOC. Við verandi støðu fáa vit illa skipað menningina av fremstu íðkarum okkara - og nógvir íðkarar noyðast at umboða Danmark, skulu tey kappast altjóða, vísti Elin Heðinsdóttir Joensen á.

Hon legði dent á, at tað skal streingjast á fyri at fáa hesi viðurskiftini broytt – bæði á ítróttaligum og politiskum støði.

 

Silvurnálir

Sum vant vórðu heiðursnálir eisini handaðar á aðalfundinum.

Tey, sum fingu silvurnál vóru:

 

  • Petur Sigurd Johannesen, JudoKári á Høvdanum, svimjing
  • Bergur Zachariassen, Frælsur ítróttur Føroya (var ikki til staðar)

 

##med2##

##med3##