Sannlíkt at Gunnar Vatnhamar endar í Vejle

Stórur íslendskur fótbóltsmiðil boðar frá hesum spennandi leikaraskiftinum

Stóri íslendski fótbóltsmiðilin, fótbólti.net skrivar, at 31 ára gamli landsliðsbakkurin, Gunnar Vatnhamar, ið hevur staðið framúr væl í Víkingi Reykjavík síðani skiftið úr Víkingi í Eysturkommunu í 2023, er á veg til Vejle í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Í Vejle telja tey tað eisini sum eina eyka dygd, at Gunnar kann spæla bæði í verjuni, og sum verjukendur miðvallari.

 

Gunnar hevur við Víkingi Reykjavík vunnið íslendska meistaraheitið á tveimum sinnum, og íslendsku steypakappingina á einum sinni. Gunnar hevur eisini verið við til at vinna Víking í deildarspælið í Conference League.

 

Í fótbóltssendingini hjá Stöð 2 - sum er eitt slag av TV2 í Íslandi - høvdu teir eitt fótbóltspanel í kvøld. Har søgdu teir seg ikki skilja, at Gunnar vildi skifta eitt topplið í bestu íslendsku deildini, ið javnan vinnur seg í eitt evropeiskt deildarspæl út við eitt danskt elevator-lið. Soleiðis fullu orðini. 

 

Gunnar hevur spælt 58 landsdystir.