Plagar tú at fara á ólavsøku?
- Ólavsøkan hevur altíð fylt nógv hjá mær. Stórur partur av nærmastu familjuni hjá mammu míni býr í Havn, og ólavsøkan var millum tíðarskeiðini á árinum, har vit vitjaðu tey øll og so framvegis.
Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu.
Hann vísir á, at seinni bleiv ólavsøkan eisini nakað við at fara til Havnar saman við vinfólkum.
- Nógvu seinastu árini hava vit eisini so gott sum altíð verið ein túr í Havn, og tvey tey seinastu árini hevur tað ligið heilt fast, at eg skal luttaka til gudstænastu, skrúðgongu og tingfund.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Tað besta er at fólk hittast. So eru eisini so ótrúliga nógv góð tiltøk. Eitt er til dømis kabarettin, sum er stuttlig, men sum hvørja ferð eisini gevur okkurt at hugsa um.
Eirikur vísir á, at hann eisini hevur onkrar serligar kenslur fyri fólkafundunum á Háskúlanum og á Doktaragrund.
- Spyrt tú konuna, so hevði hon nokk sagt, at eg helt næstan alt vera vert at fara til, men tað eru sjálvandi alt ov nógv tiltøk til, at tað kann hanga saman, sigur hann brosandi.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Flestu tjóðardagar og tjóðarhátíðir kring heimin hava okkurt við tað at gera, nær tann staturin er skipaður. Tað kundi eg væl hugsað mær, at ólavsøkan eisini bleiv, sigur Eirikur í Jákupsstovu.
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Tað eru fleiri góðar ólavsøkur gjøgnum ymiskar tíðir í lívinum. Men ein, eg minnist væl, var, tá eg fekk høvi at halda røðu til fólkafundin á Doktaragrund. Ein onnur er fyri tveimum árum síðan, tá eg fyrstu ferð skuldi vera har, tá tingið varð sett.
Eirikur í Jákupsstovu hugsar eisini um eina triðju ólavsøku, tá tey vóru í Svínoy.
- Tað var so fantastiskt veður; børnini spældu úti, og vit vaksnu sótu í sólini og upplivdu ólavsøkuna gjøgnum kringvarpið. Tað var eisini ein ordiliga góð ólavsøka, um enn eitt sindur øðrvísi, tá vit ikki vóru í Havn, leggur hann aftrat.