– Vit mugu fyrst vita, hvør leigan verður, áðrenn vit fara upp í eina slíka verkætlan.
Tað segði stjórin í Bústøðum, Jógvan Ósá, við Kringvarpið á middegi.
Tórshavnar býráð hevur selt byggifelagnum HVT eitt lendi undir Brúnni uppi við Villingadalsvegin. Talan er um økið vestan fyri Villingadalsvegin frá tunnilsmunnanum á Húsareynstunlinum og niðaneftir. Har skulu byggjast eina 100 til 140 leiguíbúðir.
Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, heitti í gjár beinleiðis á almenna bústaðarfelagið um at brúka sína lániheimild til at keypa seg inn í.
Jógvani Ósá segði við Kringvarpið, at Bústaðir samskifta við Húsavarðartænastuna um málið, men Bústaðir vilja hava svar upp á fleiri viðurskifti, áðrenn støða kann kann takast til eina slíka verkætlan. Felagið vil vita, hvat tað fer at kosta, tí Bústaðir vilja ikki sita eftir við íbúðum, sum verða so dýrar at leiga út, at eingin fer at leiga frá teimum.












