Brasil, ið hevur vunnið HM í fótbólti á fimm sinnum - tó seinast í 2002 - er í innleiðandi HM-bólki C saman við Skotlandi, Marokko og Haiti.
66 ára gamli italski landsliðsvenjarin hjá Brasil, Carlo Ancelotti hevur kunngjørt hópini til HM-endaspælið, og til mikla gleði hjá brasilska fótbóltsalmenninginum er 34 ára gamli, Neymar, ið bæði hevur roynt seg sum framrættaðan miðvallara, og sum áleypari, úttikin.
Neymar hevur skotið 79 mál í 128 landsdystum fyri Brasil, og hann er søguligur toppskjútti hjá Brasil. Legendan, Pelé, sáli skoraði í sínari tíð 77 mál fyri Brasil.
Undan HM-endaspælinum spælir Brasil venjingardystir móti Panama og Egyptalandi.
HER er brasilski HM-hópurin:
Málverjar:
- Alisson Becker - Liverpool
- Weverton - Gremio
- Ederson - Fenerbache
Verjuleikarar:
- Bremer - Juventus
- Marquinhos - PSG
- Gabriel Magalhães - Arsenal
- Douglas Santos - Zenit
- Ibañez - Al Ahli
- Alex Sandro - Flamengo
- Danilo - Flamengo
- Léo Pereira - Flamengo
- Wesley França - Roma
Miðvallarar:
- Bruno Guimarães - Newcastle
- Casemiro - Man United
- Danilo - Botafogo
- Lucas Paquetá - Flamengo
- Fabinho - Al Ittihad
Áleyparar:
- Vinicius Junior - Real Madrid
- Raphinha - Barcelona
- Matheus Cunha - Man United
- Gabriel Martinelli - Arsenal
- Endrick - Lyon
- Igor Thiago - Brentford
- Neymar - Santos
- Luiz Henrique - Zenit
- Rayan - Bournemouth










