Í dag veit russiska verjumálaráðið at siga, at russiska loftverjan hevur skotið 355 ukrainskar dronur niður.
Sagt verður, at trý fólk doyðu í ukrainska álopinum, og 12 vórðu løstað.
Úr Russlandi verður sagt, at ukrainsku dronurnar eitt nú raktu ein íbúðarbygning og eitt ídnaðarøki í býnum, Ryazan.
Ryazan liggur umleið 20 fjórðingar í ein landsynning úr Moskva.
Tað er russiski guvernørurin í økinum, sum sambært Reuters ber hesi tíðindi.












