Tað skrivar bretska blaðið The Guardian sambært Ritzau.
Tollurin var ein hornasteinur í búskaparpolitikkinum hjá Donald Trump, eftir at hann tók við sum forseti aftur í 2025. Men í februar kom hægstirættur fram til, at stórur partur av eykatollinum var ólógligur. Tí hevur amerikanska stjórnin verið noydd at endurgjalda fyritøkum pengarnar.
Sambært nýggjum tølum eru higartil útgoldnir 81 milliardir dollarar, svarandi til umleið 530 milliardir krónur. Sama tíðarskeið í undanfarna fíggjarári var upphæddin bert fimm milliardir dollarar.
Ein av fyritøkunum, sum hevur fingið pengar aftur, er danska Grafisk Maskinfabrik í Birkerød. Stjórin, Uffe Nielsen, segði við Børsen fyrr í mánaðinum, at fyritøkan higartil hevur fingið endurgoldnar 830.000 krónur.
Hann segði samstundis, at arbeiðið gongur seint, og at amerikanska umsitingin ger mótstøðu móti endurgjaldingunum.
Grafisk Maskinfabrik hevur verksmiðju í USA og framleiðir millum annað maskinur til framleiðslu av lutum til sólorku, bilbattarí og etikettir. Umleið 40 prosent av útflutninginum fer til amerikanska marknaðin.
Sambært The Guardian er amerikanska fíggjarstøðan samstundis versnað. Hallið á statsfíggjarlógini er vaksið til 1.367 milliardir dollarar fyrstu níggju mánaðirnar í fíggjarárinum, meðan samlaða ríkisskuldin nú er nærum 39.500 milliardir dollarar.











