Trump skemtar við at yvirtaka Kuba

Í eini røðu skemtaði amerikanski forsetin, Donald Trump, fríggjakvøldið um at "yvirtaka" Kuba, eftir at kríggið í Iran er av.

Donald Trump, forseti, helt fríggjakvøldið røðu á einum tiltaki í West Palm Beach, har hann millum annað nevndi Kuba. - Mynd: Roberto Schmidt/Ritzau Scanpix

– Vit gera tað á veg aftur úr Iran - vit senda kanska okkara stóra - kanska flogberan USS Abraham Lincoln, tann størsta í heiminum. Vit lata hann sigla inn og steðga umleið 100 metrar frá strondini, og so siga tey: Túsund takk, vit geva okkum yvir, segði Trump um kubansku leiðararnar, sambært CNN.

Forsetin sá út til at stórsmílast, og viðmerkingar hansara fingu áhoyrararnir at flenna.

Viðmerkingarnar komu eftir at Trump hevði skrivað undir eina fyriskipan, sum víðkaði um amerikansku revsitiltøkini móti kubansku stjórnini og tilknýttu eindum hennara sama dag.

 

/Ritzau/

 

 

 

Donald Trump, forseti, helt fríggjakvøldið røðu á einum tiltaki í West Palm Beach, har hann millum annað nevndi Kuba. - Mynd: Roberto Schmidt/Ritzau Scanpix