Meistaradeildin menn: HB og KÍ hava stórar favorittstøður

Her eru oddsini upp á dystirnar, ið vera leiktir í Meistaradeildini hjá monnum í dag

Savnsmynd frá dysti millum HB og AB

Tríggir dystir vera leiktir í Betrideildini hjá monnum seinnapartin í dag.

 

Klokkan 15 vera tveir dystir leiktir. Á ovara vølli í Gundadali í Havn verður grannauppgerð millum HB og AB, og á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík tekur KÍ móti Skála ÍF.

 

Klokkan 17.15 byrjar dysturin á Svangaskarði á Toftum millum B68 og EB/Streym.

 

Hjá altjóða veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á hesar tríggjar dystirnar hava HB og KÍ stórar favorittstøður, meðan B68 hevur eina lítla favorittstøðu móti EB/Streymi.

 

HER eru miðaloddsini fyri teir tríggjar dystirnar, ið vera leiktir í dag:

 

##med2##

 

 

 

Savnsmynd frá dysti millum HB og AB