Góðu arbeiðarar! Góðu verkafólk!
Í dag minnast vit aftur á arbeiði hjá verkafólki og hátíðarhalda rættindir vit í dag hava fingið vegna hart stríð hjá arbeiðaranum frammanundan okkum. Men um vit halda at hesin dagurin bert er um hátíðarhald, so taka vit feil. Tí at arbeiði og rættindi blivin ikki hátíðarhildin uppá pláss, men blivu kempað uppá pláss. Rættindi eru viðkvæm og kunnu skjótt verða tikin frá okkum. Rættindini vórðu vunnin gjøgum stríð og verða varðveitt gjøgnum stríð. Tí er hetta ein stríðsdagur.
Eg eri sonur ein amerikanskan tilflytara, og einum viðingi, ið bleiv raktur av sjúku, og stutt eftir mátti leggja amboðskassan frá sær.
Í mínum uppvøkstri legði eg til merkis hvussu fólk, sum foreldur míni, verða ofta tosaði um heldur enn tosaði við. Eg hoyrdi í útvarpinum, á sosialum miðlum, í politikki, ja, bara í einum vanligum gerandisdegi, og eg hoyri tað enn í dag. Eg bæði síggi og hoyri hvussu vit tosa og kjakast um menniskju. Menniskju, sum foreldur míni. Tey fáa tó onnur heiti enn menniksju. Heiti sum tilflytarar, útreiðsla, arbeiðsmegi, ein trupulleiki ið skal loysast. Men hjá mær eru tey jú bara míni foreldur.
Og tá man hoyrir og sær hvussu tosað verður um fólk alment og á sosialum miðlum, kann tað raka ein hart. Ikki einans politiskt, men persónligt. Hvat er tað at vera eitt barn hjá einum, man tosar um í staðin fyri við?
Pápi var yngri enn eg eri í dag, tá hann bleiv staðfestur sjúkur. Pápi gjørdist sjúkur av sclerosu og hevur verið bundin at koyristóli síðani míni barndómsár. Ein hørð lagna, ið ikki kundi fyribyrgjast ella grøðast. Og hóast man ger alt rætt, kann lívið venda kósini brádliga og vit fáa ikki gjørt annað enn at tillaga okkum. Pápi er útlærdur maskinist og hann arbeiddi so leingi hann enn megnaði tað. Hvat ger man so, tá arbeiðsmarknaðurin ikki fær brúkt teg longur? Hvat skal kapitalisman gera, tá tú ikki kann framleiða fyri hana longur? Hvat ert tú verdur uttan ein lønarseðil?
Tað er ikki nokk at ynskja at liva eitt gott lív. Fært tú ikki arbeitt teg til mat á borði, ja, so verður tær ikki unna mat á borði. Virðið á menniskjanum verður ikki mett útfrá hvørji vit eru, men útfrá hvat vit kunnu framleiða, hvussu skjótt vit kunnu framleiða og hvussu bíligt vit kunnu framleiða. Menniskja verður avmarkað til framleiðslu, effektivitet og profitt. Og við at góðtaka hetta, útstoyta vit fleiri í samfelagnum.
Myndir: 1. maidagshald í Havn
Kapitalisman ávirkar ikki einans marknaðin, men eisini hvussu vit síggja og viðfara okkara medmenniskju – og hetta kann vera ein dýrari prísur enn nakar profitt.
Pápi fór frá at byggja samfelagið saman við okkum og til okkum, til at skula liva av eini fyritíðarpensjón, sum er lág og gjørdi tað trupult hjá honum at hava ráð til at liva í hesum samfelagnum, sum hann sjálvur var við til at byggja. Og ikki bara tað. Samfelagið er ikki bygt til hann longur. Bundin at koyristóli hevur hann avmarkaðar mátar at ferðast uppá, avmarkaðar handlar hann fær vitja, og tá ein situr í einum koyristóli, ella er avvarandi hjá einum í koyristóli, er tað skjótt at síggja allar gátturnar, ið deila okkara samfelag sundur.
-----
Hvørt ár vinka vit farvæl til ung fólk, ið fara at leita sær útbúgving í øðrum londum. Fleiri leita sær til Danmarkar at lesa og útbúgva seg. Í summum førum ung pør. Undir lesnaðinum fáa tey lestrarstuðul úr Danmark, sum er ein almennur stuðul fyri at lætta um gerandisdagin hjá teimum. Sjálvandi skulu tey fáa tað. Fleiri finna sær íbúð í Øresundskollegiet, sum eru lestraríbúðir og tískil hevur bíligari leigukostnað. Sjálvandi skulu tey tað. Øresundskollegiet er kent fyri at vera eitt stað fyri føroyingar og ferðast man ein túr har til, so er stórur kjansur fyri at man hoyrir føroyskt umkring seg. Sjálvandi leita vit eftir fólkum vit kenna og hava nógv í felag við, og sjálvandi gleðast vit um at sleppa at tosa føroyskt.
Hesi eru farin at nema sær útbúgvingar og lesnað, sum vit ikki altíð fáa bjóðað í Føroyum. Og vit gleða okkum hvørt summar og hvørji jól til tey koma aftur á klettarnar, og vit liva í vón um at tey koma aftur til Føroya at seta sær búgv við familjuni og sostatt eisini geva sítt íkast til føroyska samfelagið.
Fylgja vit við í miðlum í dag, so síggja vit hvussu summir føroyingar og politikkarir tosa um fólk úr øðrum londum sum koma til Føroyar at arbeiða. Tað, at hesi eru ein hóttan fyri føroysku mentanina, fyri føroyska málið, fyri almennar pengar, fyri fólkaskúlarnar, fyri teg og meg. Ja, spyrt tú tey, so vilja útlendingarnir okkum bara ónt.
Men vit eru heilt okay við at føroyingar flyta til Danmarkar, taka maka og børn við, nýta møguleikar sum danski skattgjaldarin betalir fyri, at tey tosa føroyskt í einum øðrum samfelag, at føroyingar samlast og gera sær eitt føroyingahús. Men vit ynskja ikki at nakar kemur inn í okkara land, okkara kommunur, okkara arbeiðsmarknað, við sínum maka, sínum børnum, nýtir møguleikar sum føroyski skattgjaldarin betalir fyri, at tey tosa egna mál sínamillum í okkara samfelag, at tey samlast og finna sær eitt stað at samlast. Hví? Jú, tí ’hesi’ vilja okkum ikki væl. Hesi eru ónd.
Eg eri ættaður av tilflytara og eg bæði síggi og hoyri hvussu tosað verður um míni kæru, okkara kæru. Mamma er ættað úr amerika og hon flutti til Føroya sum ung og hevur búð og starvast her síðani. Beiggjarnir komu við og hava eisini búð og starvast í Føroyum síðani. Og vit síggja hvussu orðaskiftið er um útlendingar og tilflytarar í útvarpinum, á miðlunum og í samrøðum. Tey síggja hvussu tosað verður um tey.
Tað eru alsamt fleiri arbeiðsfólk komin til Føroya seinastu árini. Fólk, sum hava ferðast tvørtur um landamørk og sjógv fyri at vera her. Tey, ið hava tikið eitt val at ferðast heimanifrá – onkuntíð frá familjuni – fyri at byggja okkara samfelag. Tað krevur dirvið at koma til eitt land, har málið er fremmant og har mentanin er øðrvísi.
Og sum heimkærur Klaksvíkingur, sum er fluttur frá øllum tí góða og frálíka, sum Klaksvíkin hevur at bjóðað, suður til Havnar, her tey tosa eitt sindur øðrvísi enn eg, skilji eg at tað kann vera hart at flyta heimanifrá. Tá ein flytir, so er tað sum oftast fyri at fáa betri valmøguleikar, løn, frælsi, og betri livikor. Er hetta ikki tað, vit øll ynskja? At betra um lívsgóðskuna? Er tað ikki nóg hart at skula ferðast frá øllum tí kenda til tað ókenda og so omaná tað heila verða møttur við illvilja?
Arbeiðsfólkini, ið eru komin til Føroya, eru eisini við til at betra um samfelagið hjá okkum. Tey gjalda skatt her og tey røkta arbeiðsuppgávur, sum vit ikki høvdu nóg góða manning til sjálvi. Sum nakrir ungir og dugnaligir klaksvíkingar einaferð mæltu:
”Hóast byrðan altíð lætnar um vit bera hana fleiri”
Eins og Frændur syngja í lagnum ”Mítt land”, so er nemmast um vit eru fleiri, tí vit eru sterkast saman. Óansæð um ein ert føddur í Tórshavn ella í Klaksvík ella Bangkok ella Singapore. Óansæð um tú stendur á tveimum beinum ella fýra hjólum, vit frísku, vit sjúku, vit føroyingar, vit útlendingar, vit arbeiðarar. Vit.
Tó hoyra vit orðaskiftið og kjak um hesar útlendsku arbeiðararnar, ið eru okkara arbeiðarar. Hetta eru okkara fólk tey tosa um. Tey, ið standa undir liðini á mær og tær ígjøgnum dagin og styrkja okkara arbeiðspláss og okkara samfelag. Hetta eru okkara fólk. Okkara starvsfelagar. Okkara stríðsfelagar. Um vit finna okkum í hesum niðrandi orðalagnum, og vit ikki tala at tá útlendsku arbeiðararnir verða snýttir ella útnyttaðir, so viknar okkara samhaldsfesti, sum arbeiðarar. Tí hetta eru okkara arbeiðarar.
Býirnir og bygdirnar er alt bygt av arbeiðarum. Alt umkring okkum her er bygt av arbeiðarum. Alt er viðlíkahildið av arbeiðarum. Orsøkin til at samfelagshjólini yvirhøvur mala er vegna arbeiðaran. Men tó, hava fleiri av hesum arbeiðarunum ikki ráð at búgva her. Arbeiðarar hava bygt grannaløg teir ikki kunnu búgva í sjálvir. Og hús verða seld á uppboðssølu, sum arbeiðarin so gott sum ikki fær luttikið í. Men bara rólig, tey skulu nokk ringja eftir tær, tá teimum tørvar vegin asfalteraðan, skrellið heintað, kloakkarbeiði orðnað.
Tað, at arbeiðarin ikki fær keypt sær eini hús við síni arbeiðaraløn, er ein vanlukka av raðfestingum.
Men soleiðis er tað bara, ikki so? Prísurin má fara upp á øllum og bústaðurin er einki undantak. Og lønirnar? Tær skulu nokk eisini vaksa fyrr ella seinni. Men fyri arbeiðaran kann ’fyrr ella seinni’ ikki gjalda rokningar. ’Fyrr ella seinni’ er ikki eitt trygt grundarlag at vera verandi í Føroyum. Og soleiðis verða arbeiðarar og familjurnar skumpaðar úr samfelagnum, sum tey sjálvi hava bygt.
Tey somu sum taka sær av okkara børnum, asfaltera vegirnar, koyra bussarnar, stilla vørur á hillarnar, halda samfelagshjólunum koyrandi soleiðis at gerandisdagurin hjá okkum øllum koyrir, fáa ikki kappast um hús í Føroyum og vandi er fyri at summi fara at venda nøsina til onnur lond. Hvør skal so røkja hesar uppgávurnar?
Tað ber ikki til at tað er ’fyrr ella seinni’ – tað skal vera nú. Tí uttan arbeiðarar er eingin býur og eingin bygd.
So lat okkum stríðast víðari. Ikki ímóti hvørjum øðrum, men saman við hvørjum øðrum og fyri hvønn annan.
Vit eru arbeiðarir. Okkara lagna er at arbeiða, so lati okkum arbeiða fram ímóti einar Føroyar fyri øll, har títt virði ikki er mett útfrá einum lønarseðli, ella húðarlitið.
Takk fyri. Og framhaldandi góðan stríðsdag.











