Søkt verður nú eftir presti til Norðstreymoy

Søkt verður eftir sóknarpresti til Norðstreymoyar eystara prestagjald. Talan er um eitt fulltíðar embæti, ið ætlandi verður sett 1. august 2026.

Tað skrivar Fólkakirkjan. Sóknarpresturin er tænastumaður, og hann er kirkjubókaførandi og jarðarferðarmyndugleiki.

 

Tænastubústaður er til embætið, og bústaðurin verður væntandi tøkur í adventini 2026.

 

Kirkjusóknirnar eru fimm: Hvalvík, Hósvík, Saksun, Haldórsvík og Tjørnuvík. Gudstænastur verða eisini hildnar í skúlanum á Langasandi.

 

Høvuðsuppgávur prestsins eru:

 

  • at boða Guðs orð, halda gudstænastur og forvalta sakramentini.
  • útinna tær kirkjuligu tænasturnar og lesa við konfirmantunum.
  • hava sálarrøkt við sóknarbørnunum.
  • taka virknan lut í arbeiðinum hjá kirkjuráðunum.

 

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta / andakt á ellis- og røktarheimum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.

 

Týdningarmikið er at skapa trivnað í og rundan um kirkjuna eisini yrkadagar. At skapa trivnað er ein felags uppgáva í prestagjaldinum í neyvum samstarvi við kirkjuráðini og kirkjunnar tænarar.

 

– Vit ynskja ein prest, sum er sjónligur millum fólki í kirkjusóknunum, gevur áhugamálum fólksins gætur og tekur lut í arbeiðinum millum, børn, ung og eldri. Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.

 

Staðin biskupspróvtøka er ein fortreyt fyri at umsóknin verður viðgjørd.