VIDEO: Vilhelm og liðfelagarnir taptu við einum máli

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Bergischer-Hannover Burgdorf 30-29 (13-14)

Leygardagin vóru Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf fyri teprum tapi í bundesliguni.

 

Í dysti á útivølli tapti Hannover 29-30 fyri Bergischer. Í steðginum var Hannover á odda 14-13.

 

Vilhelm skoraði fýra mál upp á átta málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál (assist).

 

Hannover-Burgdorf er nummar 11 í deildini við 25 stigum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá DYN Handball frá dystinum Bergischer-Hannover Burgdorf 30-29 (13-14). Vilhelm sæst við nummar 9 á rygginum. 

 

##med2##