Iransku myndugleikarnir siga, at tað nú er upp til USA, um landið vil søkja eina samráðingarloysn - ella, um USA vil venda aftur til opið kríggj.
Varauttanríkisráðharrin í Iran, Kazem Gharibabadi, hevur sagt við diplomatar í Teheran, at bólturin nú liggur hjá USA.
Hetta skrivar iranska tíðindastovan, IRIB.
- Tað er nú upp til USA, um landið velur diplomatiið ella vil halda fram við stríðslinjuni, segði Kazem Gharibabadi.
Hann legði aftrat, at í Iran eru tey til reiðar til bæði.
- Málið hjá okkum er at tryggja landsins áhugamál og trygd landsins, segði iranski varauttanríkisráðharrin sambært IRIB.











