VIDEO: Síggj sigursmálið Martin skoraði fyri Aarhus Fremad

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Middelfart-Aarhus Fremad 0-1 (0-0)

Martin Agnarsson gjørdist fríggjakvøldið stóra sigursmálhetjan hjá Aarhus Fremad, sum í dysti í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann ein sera týðandi 1-0 sigur á botnproppinum, Middelfart.

 

Heimaliðið megnaði leingi at halda málið reint. Men í 85. minutti skoraði Martin eitt sera týdningarmikið sigursmál úr stuttari frástøðu. Marcus Kirchheiner legði hegnisliga upp til málið.

 

Aarhus Fremad er næstfremst í niðara endaspælinum við 36 stigum. Teir hava fimm stig niður til niðurflytingarstrikuna, har B93 hevur 31 stig.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Middelfart-Aarhus Fremad 0-1 (0-0):

 

##med2##