Løgreglan arbeiðir í løtuni við tveimum harðskapsmálum, sum vórðu meldað til løgregluna í nátt. Annað fór fram á einum skeinkistað í Havn, har illstøða var millum nakrar persónar. Í tí sambandinum vórðu tveir persónar handtiknir og skuldsettir. Eftir at teir vórðu avhoyrdir av løgregluni vórðu teir leyslatnir aftur.
Á bátastevnuni á Toftum vóru eisini boð eftir løgregluni, tí illstøða var millum persónar. Har var ein persónur handtikin og skuldsettur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Annars hevur náttin verið friðarlig. Løgreglan hevur verið til staðar í býarlívinum og hjálpt nøkrum fullum persónur á føtur aftur.











