Charles De Ketelaere var stóri spælarin hjá Belgia. Hann skoraði tvey tey fyrstu málini og legði upp til tað triðja.
Belgia legði bragdliga fyri og legði seg á odda longu eftir átta minuttir, tá De Ketelaere setti fótin á eitt innlegg frá Nicolas Raskin.
USA svaraði aftur eftir ein hálvan tíma. Malik Tillman javnaði til 1-1 við einum frísparki, sum varð stýrt av á vegnum og snýtti belgiska málverjan Thibaut Courtois.
Javnleikurin stóð tó bert í tveir minuttir. Leandro Trossard sendi eitt innlegg innfyri, og De Ketelaere stútaði Belgia framum aftur.
Í seinna hálvleiki gjørdi Hans Vanaken tað til 3-1, eftir at amerikanski málverjin Matt Freese hevði gjørt ein stóran feil langt uttan fyri brotsteigin.
Í yvirtíðini staðfesti innskifti Romelu Lukaku sigurin, tá hann skoraði til 4-1 eftir enn eitt amerikanskt mistak.
Amerikanski áleyparin Folarin Balogun, sum hevði verið nógv umrøddur eftir, at Fifa strikaði leikbannið hjá honum, megnaði ongantíð at seta belgisku verjuna undir veruligt trýst.
Belgiska liðið skal fríggjadagin spæla fjórðingsfinalu móti Spania, sum fyrr mánadagin vann 1-0 á Portugal.
Við ósigrinum hjá USA eru allir tríggir HM-vertirnir úti av kappingini. Meksiko tapti fyri Onglandi, og Kanada varð sent úr kappingini av Marokko.
/Ritzau/
USA-Belgia 1-4 (1-2)
0-1 Charles De Ketelaere ('9 )
1-1 Malik Tillman ('31 )
1-2 Charles De Ketelaere ('33 )
1-3 Hans Vanaken ('57 )
1-4 Romelu Lukaku ('90 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá belgiska stórsigrinum.
Fríggjakvøldið klokkan 20 spæla Belgia og Spania HM-fjórðingsfinalu á SoFi leikvøllinum í Inglewood í Kalifornia.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











