Tað upplýsir danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, í tíðindaskrivi.
Sambært ráðharranum er endamálið at styrkja danska førleikan at verja fullveldið og hava eftirlit í økinum, samstundis sum Danmark livir upp til sínar skyldur í Nato.
– Vit skulu megna at verja allar partar av ríkisfelagsskapinum. Tað fevnir eisini um Arktis og Norðuratlantshavið. Samstundis hava vit eina skyldu mótvegis Nato at styrkja felags verjuna, serliga tá talan er um bardaga móti kavbátum, sigur Jeppe Bruus.
P-8A Poseidon eru framkomin flogfør, sum kunnu finna og fylgja fíggindaligum kavbátum og herskipum. Sambært danska Verjumálaráðnum fara tey at geva Føroyum, Grønlandi og Danmark munandi betri møguleikar at hava eftirlit við stóru havøkjunum í norðri.
Verjusjefurin, Michael Wiggers Hyldgaard, sigur, at nýggju flogførini fara at styrkja eftirlitið yvir langar fjarstøður og geva betri yvirlit yvir støðuna í økinum.
Fleiri Nato-lond nýta longu P-8A Poseidon, og tí kann samstarv við onnur sameind lond gerast partur av verkætlanini. Millum annað verður kannað, um londini kunnu hava felags flogstøð, venjing, viðlíkahald og rakstur.
Kelda: Ritzau.











