Dysturin hjá KÍ er fyribils útsettur til klokkan 20.45

Lendir pólski hópurin ikki í dag verður spælt í annaðkvøld

Leiguflogfarið hjá hópinum hjá Lech Poznan fer úr Bergen klokkan 13.

 

Eydnast tað at lenda verður dysturin millum KÍ og Lech Poznan spældur á Tórsvølli í kvøld klokkan 20.45. Upprunaliga skuldi hann byrja klokkan  18.30.

 

Lendir leiguflogfarið ikki, so verður dysturin spældur fríggjakvøldið klokkan 19.

 

KÍ boðar frá hesum á heimasíðu felagsins.