Eitt nýtt ættarlið tekur við

Dávid Reynheim, Aron Benjaminsen og Sólja Ernstdóttir eru millum nýggju stjørnuskotini í føroyskum fótbólti. Í nýggjastu útgávuni hjá Ellivu er samrøðu við tey trý.

 

Tíðindaskriv:

Dávid Reynheim og  Aron Benjaminsen eru kominir heim aftur til føroyskan fótbólt frá ávikavist Torino í Italia og Kristiansundi í Norra. Dávid Reynheim spælir við KÍ og Aron Benjaminsen spælir við Víkingi.

 

Tað var ein sonn kollvelting fyri 16 ára gamla Dávid Reynheim, tá hann brádliga skifti til italska Torino. Hann er erligur og opin um støðuna, sum gjørdi, at hann í dag spælir við KÍ. Dávid Reynheim gjørdi ein trý ára sáttmála við Torino, men aftaná eitt ár var longu greitt, at hetta fór ikki at halda fram.

 

– Aftaná eitt ár kendi eg á mær, at eg tímdi ikki aftur til Italia. Fyrsta árið var sum so gott, men tað skiftist millum at vera gott og minni gott. Tað var einsligt og eg búði langt frá venjingarøkinum. Eg menti meg ikki so nógv, sum eg vildi. Eg spældi jú ungdómsfótbólt, greiðir Dávid Reynheim frá í blaðnum.

 

Tað kann vera tungt at bera eitt skifti aftur til føroyskan fótbólt á herðunum. Tað eru altíð tey, sum síggja eina heimkomu sum, at spælarin ikki hevur klárað tað, og onnur hava eyka stórar vónir til ein útiseta á heimferð. Tað er ikki heilt soleiðis tað gongur saman, men fyri Aron Benjaminsen hevur tað ikki stóran týdning.

 

– Mær dámar væl, tá fólk vænta nógv av mær. Eg eri blivin meira vaksin og eri farin at krevja meira av mær sjálvum. Tað gjørdi eg ikki á Skála. Eg síggi hetta bara sum nakað positivt, sigur Aron Benjaminsen.

 

Í blaðnum kanst tú lesa um øll liðini í Meistaradeildini hjá monnum. Hartil verður hugt nærri at teimum fimm, sum kunnu flyta upp í Meistaradeildina hjá monnum. Í Meistaradeildini hjá kvinnum eru millum annað Sólja Ernstdóttir hjá KÍ og Teresa Jacobsen hjá HB á vitjan.

 

Tær eru báðar 19 ára gamlar og nýklaktir landsliðsspælarar. Nógv bendir á, at tað verður millum hesi bæði liðini, at meistarin verður funnin í ár. Tí kann ein lykladystur í innanhýsis dystunum millum KÍ og HB verða tann millum Sólju Ernstdóttir á vinstra vongi hjá KÍ, og Teresu Jacobsen á høgra bakki hjá HB.

 

– FM er eitt krav, tað haldi eg gott, at eg kann siga, sigur Sólja Ernstdóttir.

 

– Eg haldi ikki tað er gott nokk, um vit ikki bjóða av um FM, sigur Teresa Jacobsen.

 

Í blaðnum er eisini grein um Mikkjal K. Thomassen og Elisabet Vang, sum hava verið í Fredrikstad og AIK seinnu árini. Og so velur Tórður Thomsen sínar “Bestu 11”. Okkurt óvæntað navn hevur sníkt seg á liðið.