Tað er lagt upp til stórt fýrverk á jóansøku

Sjáldan er fótbólturin so undirhaldandi, sum hann var eftir steðgin í kvøld, tá ið KÍ og NSÍ spældu fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið

Tá ið teir í regni og annars góðum fótbóltslíkindum fóru at hvíla seg í Klaksvík í kvøld, var støðan framvegis málleysur javnleikur. Hóast tað høvdu verið góðar støður í báðum endum, og NSÍ málverjin hevði víst tvær meistarabjargingar, og KÍ málverjin tí einu ferðina noyddist at strekkja seg heilt út til stólpan, so lúrdi møguleikin, at hetta fór at vera typiskur 0-0 dystur við tí í huga, at talan var um fyrra hálvleik.

 

Seinni hálvleikur í hálvfinaluni millum KÍ og NSÍ verður 24. juni ella á jóansøku, og tá er tað lagt upp til stórt fótbóltsfýrverk í Runavík.

 

-Vit kunnu ikki vera misnøgdir við, at tað eydnaðist at skora tvey mál í Klaksvík, og vit ætla okkum framvegis í finaluna um løgmanssteypið, men vit eru ikki nøgdir við, at tað eydnaðist KÍ at skora fýra mál ímóti okkum. Vit vóru ikki nóg vaknir í eftiransingunum, og tað eydnaðist ikki so væl at halda teimum frá innleggum, staðfestir NSÍ miðverjin Daniel Obbekjær í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.

 

Klaksvíkingar eru væl nøgdir, men teir ásanna, at teir ikki kunnu kanna sær bitan, hóast teir á jóansøku fara til Runavíkar við leiðslu, sum er tvey mál.

 

-Í fjør vunnu vit steypafinaluna, og vit ætla okkum aftur í finaluna, tí vit øll í KÍ leguni minnast aftur á góðan dag, sum vit fegin ætla okkum at endurtaka, sigur Páll A. Klettskarð hjá KÍ, og hann heldur fram:

 

-Tað var ferð á spælinum hjá okkum frá fyrsta bríksli, og vit royndu at trýsta teir frammarlaga á vøllinu. Hóast tað var málleyst í fyrra hálvleiki, so var kenslan góð, tá ið vit fóru at hvíla okkum. At teir løgdu seg á odda, tá ið ein tími var farin, var sjálvandi ein hvøkkur, men tíbetur javnaðu vit í næsta minutti, og so gekk tað skjótt við málskjótingini. 4-2 málið fimm minuttir undan leikloki var týdningarmikið, tí tað er stórur munur at fara út til Runavíkar við leiðslu upp á tvey mál heldur enn eitt mál, sigur Páll A. Klettskarð í samrøðu við FM1 útvarpið.

 

Tað var Beinir Nolsøe, sum í kvøld var í fremstu røð saman við Michal Przybylski, sum legði NSÍ framum 1-0, og minuttin eftir var tað Filip Brattbrakk, sum javnaði til 1-1. Saman við Jean Carlos De Brito var hann eyðsýndur í uppspælinum í vinstru, og í høgru riggaði tað soleiðis, sum tað plagar hjá Jóannes Kalsø Danielsen og Árna Frederiksberg.

 

Í 69. minutti legði Oussama Ali KÍ á odda 2-1, men átta minuttir seinni var aftur javnt, tá ið innskifti Tobias Hestad skoraði til 2-2. Hetta var fjórða málið í ár hjá Tobias Hestad í steypakappingini. Tá ið NSÍ í fjórðingsfinaluni vann 4-0 á útivølli ímóti 07 Vestur, var hann trífaldur málskjútti.

 

Bara tveir minuttir senni svaraði KÍ aftur. Filip Brattbakk royndi seg, og umvegis Páll A. Klettskarð fór bólturin í málið til 3-2, og seks minuttir seinni var fagnaðurin í heimaleguni stórur, tá ið innskifti Erlend Hustad staðfesti 4-2 heimasigurin. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti í steypakappingini. Í landskappingini hevur hann ikki skorað, men hann skoraði í fyrsta umfari í steypakappingini, tá ið KÍ vann 6-0 á heimavølli ímóti ÍF.

 

Í morgin klokkan 15 spæla HB og Víkingur fyrru hálvfinalu í Gundadali.