Forsætisráðharrin í Ungarn, Péter Magyar, hevur nú kallað russiska sendimannin í Ungarn til samrøðu. Hetta hendir eftir eitt ógvusligt russiskt dronuálop har vesturi í Ukaina.
- Vit fordøma álopið, sigur forsætisráðharrin, sum vísir á, at álopið rakti har vesturi í Ungarn, har ein stórur minniluti tosar ungarnska málið.
Hósmorgunin skal russiski sendimaðurin møta í uttanríkisráðnum í Ungarn, har uttanríkisráðharrin í Ungarn, Anita Orban, skal skifta orð við hann.
Forsætisráðharrin, Péter Magyar, kunngjørdi hetta eftir fyrsta fundin í nýggju stjórnini í Ungarn.
Á fundinum við russiska sendimannin fer uttanríkisráðharrin í Ungarn at fordøma álopið og spyrja, nær Russland hugsr sær at enda meira enn fýra ára langa kríggið.
Anita Orban fordømdi eisini russiska álopið á økið í Ukraina, har fólk við uppruna úr Ungarn búgva.











