Tíðindaskriv:
Jóna Ólavsdóttir skrivar um náttúruloysnir – um at koma burtur úr oyðiløgdu náttúruni aftur til upprunan, so frægt, sum tað letur seg gera.
Børn og ung í hópatali megna ikki at koma í skúla í drúgv tíðarskeið, og hetta hevur stórar avleiðingar fyri bæði heimið og skúlan. Pætur Zachariasson leitar eftir orsøkini, og ein niðurstøða er, at loysnin er ikki at viðgera ella fixa barnið, men heldur at bøta um umstøðurnar og umhvørvið, sum barnið gerst partur av í skúlanum.
Rognkelsi verða brúkt til at minka um laksalús í aliringum. Rognkelsini gera størri nyttu, tess betri umstøður tey hava, og Ása Johannesen samanber í síni grein plastskjól við natúrligan tara.
Nú Fiskidagaskipanin hevur verið í gildi í góð 25 ár, ger Mrdalo Zvonimir eina eftirmeting av skipanini. Talan er um bæði fiskifrøðiligan og búskaparligan nærlestur. Niðurstøðan er, at skipanin ikki hevur klárað á fullgóðan hátt at loftað broytingum í veiðiorku og samsvarandi ávirkan á veiðitrýst.
Hypotesan um eina morðroynd móti Peturi M. Dam í 1945 verður sett fram nærum á hvørjum ári. Í eini grein um málið, skrivar Hans Andrias Sølvará, at henda hypotesan samsvarar illa við samtíðarkeldurnar. Hann heldur tað vera rættiliga avbjóðandi at seta saman eina sannførandi frágreiðing um eina “attentatroynd” móti P.M. Dam.
Á vári 2023 tóku Fornfrøðideildin og Fólkalívsdeildin á Tjóðsavninum stig til eina tvørfakliga undanverkætlan í reinavelting í Koltri. Verkætlanin er nú komin í fasta legu, og í hesi útgávuni av Frøði lýsa Kristina Djurhuus Christiansen og Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, hvussu verkætlanin verður skipað.
Brennievni til tøknina, sum vitlíkið er grundað á, er fyri tað mesta at finna í bókum og tekstum – og tí er grundarlagið fyri einum føroyskum vitlíki at finna í niðurskrivaðu mentan okkara. Landsbókasavnið sær tað sum eina greiða skyldu at varðveita síni endamál í hesari tilgongdini, soleiðis at sum mest av skrivaða tilfarinum verður talgilt. Martin Mohr Olsen viðger hetta evnið.
Málsliga orðfeingið broytist og mennist alsamt, og tí má eitt støðugt arbeiði til fyri at økja um leitorðfeingið í eini móðurmálsorðabók, so tað er í samsvari við tey orð, sum eru í almenna rúminum. Har haltar eitt sindur, heldur Marjun Simonsen, ið saknar fleiri av nýggju orðunum í orðabókini.
Við vaksandi tilflyting eru fólkaskúlanæmingar, sum hava tørv á at læra føroyskt sum annaðmál, vorðnir fleiri í tali. Nýggj gransking viðger, hvussu undirvísing í føroyskum sum øðrummáli verður skipað í fólkaskúlanum, og hvussu undirvísingin hepnast. Fýra høvundar viðgera hetta viðkomandi evnið.
Føroyar minka – spakuliga. Eitt oyggjaland sum Føroyar langt úti í Norðuratlantshavi hevur verið nógv ávirkað av, at sjógangur gjøgnum tíðirnar hevur máað burtur av lendinum víða hvar, har land og hav møtast. Jógvan Hansen viðger nøkur jarðfrøðilig viðurskifti, ið hava gjørt ávís øki serliga viðkvom fyri lendismáan.