Hópurin hjá Lech Poznan er lendur

Dysturin móti KÍ verður leiktur í kvøld klokkan 20.45

Klokkan 15.26 lendi leiguflogfarið hjá Lech Poznan vesturi í Vágum.

 

Hetta merkir, at dysturin millum KÍ og Lech Poznan verður spældur á Tórsvølli í kvøld klokkan 20.45. 

 

Lech Poznan vann fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Europa League 1-0. 

 

So er spurningurin hvussu nógv drúgva ferðin hevur órógvað pólska hópin?

 

Var MLM 712 hjá Comlux Malta ikki lendur í dag, so hevði dysturin byrjað í annaðkvøld klokkan 19. 

 

Dysturin í triðja undanumfarinum í Conference League millum NSÍ og FC Lugano úr Sveis verður leiktur til tíðina.

 

Dysturin verður leiktur á vøllinum við Djúpumýru í kvøld klokkan 18.30.

 

FC Lugano vísti gløggsemið við at koma til landið í góðari tíð. Teir vóru her longu fyrradagin. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá evropeisku dystunum hjá KÍ og NSÍ.