Stjórnarleiðarar úr øllum teimum 32 NATO londunum og aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, á toppfundi í Turkalandi í gjár. Mynd: Stoyan Nenov/Reuters/Ritzau Scanpix

Russland finst hvassliga at nýggjum Nato-stuðli til Ukraina

Russland finst nú hvassliga at avgerðini hjá Nato um at veita Ukraina nýggjan hernaðarligan stuðul.

Stjórnarleiðarar úr øllum teimum 32 NATO londunum og aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, á toppfundi í Turkalandi í gjár. Mynd: Stoyan Nenov/Reuters/Ritzau Scanpix

Á Nato-toppfundinum í Ankara í gjár samdust øll 32 limalondini um at lata Ukraina hernaðarligan stuðul fyri 70 milliardir evrur – svarandi til umleið 459 milliardir danskar krónur – í ár og næsta ár.

Russiska uttanríkisráðið kallar avgerðina „ábyrgdarleysa“ og ávarar um, at hon kann føra til eina vanlukku.

– Hetta eru ábyrgdarleysar avgerðir, sum kunnu enda í einari vanlukku, sigur russiska uttanríkisráðið sambært AFP.

Sambært Moskva eru Nato-londini í ferð við at militarisera Evropa og fyrireika seg til vápnaðan samanbrest við Russland.

Hóast USA hevur tikið undir við Nato-avtaluni, verður ikki væntað, at landið sjálvt fer at fíggja stuðulin. Í staðin hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, góðkent, at onnur lond kunnu keypa amerikansk vápn og síðani lata tey víðari til Ukraina.

Russland hevur áður fleiri ferðir ávarað vesturlond ímóti at økja um hernaðarliga hjálpina til Ukraina, sum hevur vart seg móti russisku innrásini síðani 2022.

/Ritzau/

 

 

Stjórnarleiðarar úr øllum teimum 32 NATO londunum og aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, á toppfundi í Turkalandi í gjár. Mynd: Stoyan Nenov/Reuters/Ritzau Scanpix