U20 EM: Føroyar hava eina risastóra favorittstøðu móti Turkalandi

Her eru oddsini upp á dystin Føroyar-Turkaland

Mynd: HSF

Klokkan 12.30 spælir føroyska U20-manslandsliðið annan dystin í innleiðandi bólki B í EM-endaspælinum í Rumenia.

 

Dysturin verður móti Turkalandi, ið tapti heili 32-50 fyri Sveis. Føroyar taptu tepurt í fyrsta dystinum 31-32 (17-14) fyri Serbia.

 

Portalurin vísir dystin, og ljóðfrásøgnin hoyrist á FM1.

 

Føroyar hava eina risastóra favorittstøðu hjá fimm altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á føroyskan sigur eru hjá øllum fimm veddingarfyritøkunum so lág sum 1,01. Allar fimm veddingarfyritøkurnar hava odds 15,00 upp á turkiskan sigur.

 

##med2##

 

Mynd: HSF