Spreingingar í fleiri býum í Iran í kvøld

Iran hevur lovað, at landið fer at leypa á amerikanskar støðir í Miðeystri - tvífalt so ógvusliga, sum USA leypir á Iran

Aftur í kvøld váttar USA, at landið er í holt við eitt nýtt álop á Iran, og sambært iranskum tíðindamiðlum hava fleiri spreingingar verið kring um í iranskum býum.

 

- Hetta er hevnd fyri iransk álop á skip í gjár. Hendir hetta aftur, verður tað nógv verri, skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á Truth Social seint í kvøld.

 

Í Iran hava verið spreingingar í havnarbýunum, Sirik og Bandar Abbas, og hetta vita iransku miðlarnir,  Mehr og Mizan, at siga.

 

Spreingingar hava eisini verið at hoyrt í býunum, Bushehr, Konarak og Chabahar, veit Mehr at siga.  

 

Ríkissjónvarp í Iran sigur frá spreingingum á oynni, Abu Musa, og iranska tíðindastovan IRNA sigur frá streymbroti í stórum pørtum av Chabahar.

 

Iranska tíðindastovan Mehr sigur, at iranska loftverjan í kvøld royndir at byrgja uppfyri álopum hjá fíggindanum nærindis, Bandar Abbas.

 

Iran hevur lovað, at landið fer at leypa á amerikanskar støðir í Miðeystri - tvífalt so ógvusliga, sum USA leypir á Iran, sum tikið verður til.

 

USA heldur uppá, at tað var Iran, sum stóð aftanfyri álop á trý handilsskip í Hormussundinum í vikuni, men Iran hevur ikki tikið ábyrgdina av hesum álopum.