HM: Slovakiskt dómarapar dømir Føroyar-Bosnia Hersogovina

Sera týðandi HM-undankappingardysturin verður spældur í annaðkvøld ´

 

Andrej Budzák og Michal Záhradník døma seinna HM-undankappingardystin Føroyar-Bosnia Hersogovina

Í annaðkvøld klokkan 19 er sannleikans tími hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti. 

 

Tá verður seinni HM-undankappingardysturin móti Bosnia Hersogovina í høllini við Tjarnir. Føroyar hava eina 24-22 leiðslu frá fyrra dystinum á útivølli. Samlaði vinnarin sleppur til HM-endaspælið í Týsklandi. Føroysku hondbóltsmennirnir hava ikki áður rokkið einum HM-endaspæli. Teir hava tó á tveimum sinnum vunnið seg í EM-endaspøl. 

 

Tað verður eitt slovakiskt dómarapar, ið fer at leiða dystin. Talan er um Andrej Budzák og Michal Záhradník, ið hava fitt av altjóða royndum, og teir hava eisini dømt dystir so sum Danmark-Týskland. Andrej Budzák og Michal Záhradník hava eisini dømt dystir til endaspøl. So dysturin skuldi verið í góðum hondum í so máta. 

 

Tað er tó týðandi, at føroyska áskoðarafjøldin, eins og bosniska áskoðarafjøldin gjørdi tað í Tuzla, leggur trýst á dómararnar og útiliðið, samstundis sum okkara menn vera væl stuðlaðir. Tá er ikki nóg mikið bara at klappa, tá mál verður skotið, ella ein málmansbjarging verður framd. 

 

Andrej Budzák og Michal Záhradník døma seinna HM-undankappingardystin Føroyar-Bosnia Hersogovina