Tað var sum í gomlum døgum hjá TB

Sigur í Gundadali frammanfyri nógvum fjepparum ber við sær, at TB nú er á áttanda plássi

Einasti ólavsøkudysturin var stórt vónbrot fyri B36. Í fyrsta dystinum í 17. umfari legði heimaliðið í Gundadali frammanfyri heilt stórari áskoðarafjøld í góðveðrinum ólavsøkuaftan rygg til eyðmýkjandi 2-0 tap ímóti TB, sum undan ferðin norður í høvuðsstaðin var niðast á støðutalvuni.

 

-Summarsteðgurin hjá okkum var heilt stuttur. Vit hava vant nógv, og setningurin hevur verið at fáa liðið at hanga saman og at hava meiri og betri tak á bóltinum og rokna við møguleikanum, at tað ber til hjá okkum at samanspæla og vinna okkum til málmøguleikar samstundis, sum vit eru væl skipaðir í verjuspælinum, og vit fegnast um, at tað eydnaðist ímóti B36 og við nógvum TB áskoðarum kring vøllin, sum stuðlaðu okkum so sera væl.

 

Tað segði TB liðformaðurin Ragnar Joensen í samrøðu við Trygva Absalonsen eftir síðsta bríksl í Gundadali. Hann var stinnur í miðverjuni undir liðini á  Musah Armah. 26 ára gamli ganesiski spælarin hevur leingi verið illa darvaður av skaðum. Nú var hann aftur á TB liðnum, og hann gjørdi stóran mun.

 

Nikolei Johannesen og Joel Sundström vóru á sentrala miðvøllinum saman við Amidou Diop, sum bæði megnaði nógv einsamallur, og sum dugdi væl at venda spælinum og við skørpum sendingum fram millum keturnar at skapa vandamiklar støður, og so vóru tað allir hinir TB spælararnir, sum vóru væl upplagdir, og sum í seinna hálvleiki stýrdu dystinum.

 

Sjey minuttir eftir steðgin legði TB seg á odda 1-0. Torkil Holm sneiddi seg leysan í høgru og legði flatt innfyri. B36 verjan royndi at beina bóltin burtur. Tað eydnaðist ikki, og mitt fyri málinum var tað nýggi TB miðvallarin Joel Sundström, sum setti bóltin í málið og fyri fyrstu ferð var TB málskjútti.

 

Anders Tønnesen var stinnur millum stólparnar, Torkil Holm og Tummas Pauli Christansson eru ungir lokalir spælarar, sum røkja vongverjarnar væl, Aron Arnholdsson var raskur fremsti maður, Mohamed Samba megnaði nógv einsamallur og var samstundis góður liðspælari, og framrættað í vinstru vísti Mattias Dahl Djurhuus gott avrik.

 

B36 hevði í fyrra hálvleiki møguleikar at leggja seg á odda. Fyri heimamenninar vísti tað seg at vera dýrt, at teir ikki kendu sína vitjunartíð, og sum seinni hálvleikur leið, vóru teir noyddir at sleppa í verjupartinum og leggja meiri fyri í tí framrættaða. Tað bar átta minuttir undan leikloki 2ø0 TB málið við sær. Mohamed Samba vann bóltin í høgru og sneiddi framvið trimum mótstøðumonnum, áðrenn hann eitt sindur úr høgru potaði bóltin framvið málverjanum og í handara síðunetið.

 

Tað man vera langt síðani, at so nógvir TB fjepparar hava verið so kátir í Gundadali. Við sigrinum lyfti TB seg fram á áttanda plássið, og avrikið var staðfesting av, at Thomas Thinggaard av álvara er við at fáa TB skútuna á beint.

 

-Tríggir teir næstu dystirnir vera rættiliga avgerandi fyri okkum. Nú verður tað FC Suðuroy í Trongisvági og so EB/Streymur og 07 Vestur á útivølli, sigur Ragnar Joensen.

 

B36 venjarin Jákup Martin Joensen er ógvuliga vónbrotin:

 

-Vit vinna og tapa saman, og eftir tap á ólavsøku ímóti TB eru vit ekstremt vónbrotnir. Vit høvdu møguleikar at skora, men vit tóku ikki av. Eftir at hava sæð TB ímóti HB, tá ið tað var um reppið, at tað endaði javnt, so vistu vit, at tað var gott lið, sum vit fóru at spæla ímóti. Og eg rósi TB fyri gott avrik, men vit eru sera vónbrotnir av, at vit ikki megnaðu meiri. Fyri felagið og áskoðararnar og okkum sjálvar eru vit ógvuliga vónbrotnir, sigur Jákup Martin Joensen við Trygva Absalonsen i FM1 útvarpinum.

 

Næsti dystur hjá B36 verður 9. august á útivølli ímóti Víkingi.

 

 

 

B36 – TB 0-2 (0-0)

 

0-1: Joel Sundström 52.

 

0-2: Mohamed Samba 82.

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Bogi Reinert-Petersen, Mattias Weihe Joensen, Rói Hansen – Eli Falkvard Nielsen, Jógvan Kárason Gullfoss – Marius Kryger Lindh, Mattias Hellisdal, Jóhann Hanson Joensen – Hannes Agnarsson

 

TB: Anders Tønnesen – Torkil Holm, Musah Armah, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christansson – Mohamed Samba, Nikolei Johannesen, Amidou Diop, Joel Sundström, Mattias Dahl Djurhuus – Aron Arnholdsson