Hendingin fór fram 4. august, tá eitt flogfar hjá Air India var á veg úr Phuket í Tailandi til Delhi í India við 137 ferðafólkum umborð.
Flogfarið misti brádliga umleið 300 føtur – góðar 90 metrar – í hædd, og 17 fólk fingu skaða.
Í fyrstu atløgu varð eisini kannað, um flogskiparin kundi vera ávirkaður. Sambært The Times of India varð hann kannaður fyri psykoaktiv evni eftir lendingina, og úrslitið var „ikki-negativt“. Air India tók síðani báðar flogskipararnar úr tænastu, meðan málið verður kannað.
Men sambært danska flogferðslumiðlinum CHECK-IN benda nýggjar upplýsingar á, at álvarslig teknisk brek kunnu hava verið orsøk til hæddarmissin.
Indisku loftferðslumyndugleikarnir, DGCA, kanna málið, og sambært indiskum miðlum kann talan hava verið um brek í øllum trimum hydraulisku skipanunum í flogfarinum.
Keldur við kunnleika til málið hava upplýst, at fleiri brek í hydraulikkinum og stýriskipanunum komu fyri, áðrenn flogfarið misti hædd.
Sam Thomas, formaður í Airline Pilot Association of India, sigur við New Indian Express, at hendingin fór fram umleið klokkan 22.30, tá flogfarið var yvir Jharsuguda í indiska statinum Odisha.
Tá hydraulikkskipanirnar sviku, gav flogskiparin sambært honum stýrimanninum boð um beinanvegin at lækka nøsina á flogfarinum. Hetta hevði við sær hæddarmissin. Sam Thomas heldur samstundis, at skjót handfaring í stýrhúsinum var við til at bjarga ferðafólkum og manning.
Sambært Firstpost og The Telegraph India varð autopiloturin eisini koblaður frá, og ymisk ávaringarljós slóknaðu eina løtu. Ósemja er tó millum indisku miðlarnar um, hvørt turbulensur eisini hevði ein leiklut í hendingini.
Flogfarið er ein nærum átta ára gamal Airbus A320 við skrásetingini VT-EXO.
Airbus hevur nú sent serfrøðingar at hjálpa við kanningini. Eisini franska havarikanningarstovan, Bureau d’Enquêtes et d’Analyses, tekur lut í kanningini, tí Airbus hevur høvuðssæti í Fraklandi.
Kanningin verður væntandi serliga vend móti teknisku skipanunum í flogfarinum, flogdátum og upptøkum úr stýrhúsinum.
Kelda: CHECK-IN.dk











