Tunnilin á Strondum hevur opið hús í morgin

Nýggi tunnilin á Strondum opin fyri almenninginum

– Nú tunnilin er liðugur, vilja vit fegin bjóða øllum áhugaðum til opið hús á Fløtuvegi 71. sunnudagin kl. 15–17.

Komið inn á gólvið sunnudagin millum klokkan 15 og 17, og fái eitt gott prát. Vit bjóða kaffi og kaku.

 

Soleiðis skrivar bygdarráðið á Strondum, nú plantutunnilin, ella drívhúsið, er liðugt. Ætlanin er, at íbúgvar í kommununi kunnu planta egið grønmetri í tunlinum.

 

Í kunning til íbúgvar í Sjóvar kommunu skrivar kommunan soleiðis:

 

Hóast vit ikki byrja vakstrarárið við limum og skipaðum virksemi fyrr enn næsta ár, eru íbúgvar í Sjóvar kommunu vælkomnir at seta plantur niður í tunnilin longu nú, um tey sjálvi ansa teimum.

 

So um tit t.d. hava tomat-, agurk- ella aðrar plantur standandi í vindeyganum, sum hava brúk fyri meira plássi, eru tit vælkomin at geva teimum eitt pláss í tunnlinum.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin – vit gleða okkum at vísa tykkum tunnilin.