Vágbingar vunnu stóran sigur

5-mannafør dreingir 17-18 ár: Vágbingar hava í dag vunnið tríggjar sigrar og tvey FM heiti

Tað er fagnaður í Vági og millum mongu vágbingarnar, sum eru millum tey mongu, sum eru og hyggja eftir kappróðri í góðveðrinum í høvuðsstaðnum í dag.

 

Fyrr í dag vann Fiskurin hjá Vágs Kappróðrarfelag genturóðurin í barnaróðrinum. Tá vann Bronddur úr Sumba, sum í dag endaði næstfremst, FM heitið.

 

So var tað, at Fiskurin úr Vági vann dreingjakappingina og eisini FM heitið.

 

Og nú var tað Royndin Fríða úr Vági, sum vann kappingina millum 17-18 ára gomlu dreingirnar.

 

Á vestanstevnu róði Royndin Fríða beinanvegin undan hinum bátunum, og reseptin var akkurát tann sama í dag. Royndin Fríða legði seg skjótt skutin og so eina hálva bátslongd og so eina heila bátslond á oddda, og fram ímóti málinum var tað leyst millum Royndina Fríðu og Fípuna Føgru.

 

Bæði Royndin Fríða og Fípan Fagra endaðu við 44 stigum, men tað er Royndin Fríða, sum er FM vinnari, tí tá ið tað er javnt í stigum, so er tað báturin, ið er fremri á ólavsøku, sum er meistari.

 

Drekin endaði á triðja plássi í FM kappingini, og í dag bjóðaði Drekin av álvara Fípuni Føgru av í kappingini um næstfremsta plássið.

 

1 Royndin Fríða (VK)04:36.32+00.007 
2 Fípan Fagra (KRF)04:39.30+02.986 
3 Drekin (HR)04:40.42+04.105 
4 Heykur (HVR)04:57.04+20.724 
5 Sílið (HR)04:58.43+22.113 
6 Báran (HSR)99:99.99 2 
1 Royndin Fríða (VK)744 
2 Fípan Fagra (KRF)744 
3 Drekin (HR)738 
4 Heykur (HVR)620 
5 Sílið (HR)620 
6 Báran (HSR)412

 

https://rsfurslit.fo/