Stígur er komin í hjá Jóannesi Bjartalíð og liðfeløgum hansara í FC Kyzylzhar í bestu kasakisku fótbóltsdeildini.
Fyrr í dag var Kyzylzhar fyri øðrum tapinum á rað.
Í dag tapti Kyzylzhar á heimavølli 0-1 fyri Okzhetpes, ið hevði bóltin væl meira, og eisini hevði fleiri málroyndir.
Tað gagnaði heldur ikki heimaliðnum, at serbiski miðvallarin, Nedeljko Piscevic var vístur av vøllinum tíðliga í seinna hálvleiki.
Jóannes var skiftur út í 79. minutti.
FC Kyzylzhar er nummar seks í deildini við 11 stigum fyri átta dystir. FC Kyzylzhar hevur sjey stig upp til oddaliðið, Kairat Almaty.
Sunnudagin 10. mai hevur FC Kyzylzhar dyst á útivølli móti FC Astana.











