Grimsby hitaði upp til uppflytingardystirnar við javnleiki

David Geza Turi og liðfelagarnir leiktu javnt á útivølli

Seinnapartin leiktu David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town seinasta dystin undan komandi Play Off hálvfinalunum, har vinnarin skal spæla uppflytingarfinalu á kenda Wembley leikvøllinum í London.

 

Í dag gjørdist talan um javnleik 1-1 á útivølli móti Tranmere Rovers. Justin Amaluzor legði Grimsby á odda beint undan steðginum. Tranmere javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki. 

 

Geza var á vøllinum í 77 minuttir í dag. Hann fær karakterin 6,7 frá Sofascore, og karakterin 6,5 (av 10 møguligum) frá Soccerstand. 

 

Grimsby endaði á sjeynda plássinum við 78 stigum. 

 

Enn er dagfestingin fyri báðar Play Off hálvfinalurnar hjá Grimsby ikki staðfest.