Veðurgudarnir hava verið blíðir í dag, nú bátafestivalur er á Toftum, og nógv fólk - bæði ung, tilkomin og edrl - eru savnað á havnalagnum, har festivalurin fer fram.
Seint seinnapartin hava fleiri sangframførslur verið, og klokkan 20 í kvøld verður eitt stórt Syngið-við tiltak saman við Fuglafjarðar Harmonikufelag.
Tiltakið, sum verður í tjaldinum, plagar at savna nógv fólk, og sungið verður saman við harmonikufelagnum í hálvan annan tíma - ella til klokkan 21.30.
Enn er kvøldið ungt á Toftum, og tá klokkan verður 23, fara Hallur Joensen Band á pallin í tjaldinum.
Dansitiltakið á bátafestivalinum á Toftum er ein rættiligur stórdansur, tí fleiri undanfarin ár hevur Hallur Joensen Band megað at savnað ein hóp av fólki til dansin.
Lagið á Toftum er gott, og tað er veðrið eisini. So lítil ivi er um, at dansitiltakið í kvøld í minsta lagi fer at eydnast eins væl og undanfarin ár.
##med2##
##med3##
##med4##














