Trý tey aftastu liðini í bestu italsku fótbóltsdeildini, Seriu A flyta niður í Seriu B aftaná lokið kappingarár.
Nú er staðfest, at liðið hjá Andriasi Edmundssyni, Hellas Verona verður millum tey trý liðini, ið flyta niður í Seriu B.
Ígjár vann Lecce 2-1 á Pisa. Lecce hevur sostatt 32 stig á fjórðaftasta plássinum. Hellas Verona hevur 19 stig, og teir kunnu í besta føri røkka 31 stigum.
Andrias og hinir í verjuketuni hjá Hellas Verona hava staðið seg væl, men álopsleikararnir hava skotið alt ov fá mál. Tað hevur ført til, at Hellas Verona hevur verið fyri fleiri teprum eittmálstapum, og tað kostar nú á stigatalvuni.
Í morgin klokkan 17 fær Andrias tó eina stóra uppliving, tá Hellas Verona á útivølli í Torino skal spæla móti stórliðnum, Juventus.











