Zelensky: Slovakia stuðlar ukrainskum ES-limaskapi

Slovakiski Robert Fico, sum áður hevur verið ímóti hjálpini til Ukraina, tekur undir við ES-limaskapinum

Valdimir Zelenskij og Robert Fico tosaðu í telefon í dag. Í september í fjør hittust teir bæði persónliga í Ukraina. (Savnsmynd). - Mynd: Ukrainska forsetapressan Ser/Reuters


ES-limaskapur fyri Ukraina var á skránni, tá ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskij, og slovakiski forsætisráðharrin, Robert Fico, tosaðu saman í dag.

Robert Fico vísti enntá á, at Slovakia stuðlar Ukraina at gerast limur í ES.

Hetta skrivaði Valdimir Zelenskij í einum uppslagi á X.

– Tað var týdningarmikið at hoyra, at Slovakia tekur undir við limaskapinum hjá Ukraina í ES og er til reiðar at deila sínar royndir við limaskapinum.

– Okkum tørvar sterk sambond millum lond okkara, sum vit bæði hava áhuga í, skrivar Zelensky.

Ukrainski forsetin skrivar eisini, at teir bjóðaðu hvørjum øðrum á embætisvitjan í ávikavist Kiev og Bratislava.

Men sambandið millum Robert Fico og Slovakia og Ukraina hevur ikki akkurát verið smidligt.

Til dømis tók slovakiski forsætisráðharrin aftur hernaðarliga stuðulin hjá landinum til Ukraina í oktober 2023.

Fico hevur eisini funnist at revsitiltøkunum hjá Vesturheiminum móti Russlandi í sambandi við kríggið í Ukraina.

So seint sum 19. mars í ár var Slovakia saman við Ungarn ímóti at góðkenna eitt annars avtalað ES-lán uppá 90 milliardir evrur til Ukraina.

Men milliardalánið til Ukraina varð góðkent av ES í apríl.

Í februar ákærdi Robert Fico Ukraina fyri "kanska" at hava hildið olju aftur úr Druzhba-leiðingini, sum flytur russiska olju gjøgnum Ukraina til Ungarn og Slovakia.

Tað segði hann sambært Reuters.

– Eg uppfati tað, sum hendir kring oljuna í dag, sum politiskt blackmail móti Ungarn orsakað av kompromisleysu støðuni hjá Ungarn um ES-limaskapin hjá Ukraina, segði Fico.

Um spurningin um Druzhba-leiðingina hevur Fico eisini hótt við at skerja stuðulin til ukrainsk flóttafólk í Slovakia.

 

/Ritzau/

 

Valdimir Zelenskij og Robert Fico tosaðu í telefon í dag. Í september í fjør hittust teir bæði persónliga í Ukraina. (Savnsmynd). - Mynd: Ukrainska forsetapressan Ser/Reuters